TREYTIR

VØRUÚTBERING
ÚTBERING KOSTAR 29 KR. ÚTBERINGAR TÍÐIN ER 4-7 DAGAR. TÚ HEVUR EISINI MØGULEIKA AT HEINTA VØRUNA SJÁLV/UR.

AFTURBERINGAR- OG UMBÝTINGARRÆTTUR
ANGRAR TÚ KEYPIÐ, ELLA HEVUR TÚ BÍLAGT SKEIVA VØRU, KANST TÚ BÝTA VØRUNA UM, ELLA FÁA PENGARNAR AFTUR FYRI KEYPIÐ INNAN 14 DAGAR, TREYTAÐ AV, AT VØRAN ER Í SAMA STANDI, SUM TÁ HON VARÐ KEYPT, OG KVITTAN ER VIÐ. KUNDIN RINDAR FYRI FLUTNINGSGJALD FYRI AFTURBERING ELLA UMBÝTING. ER FEILURIN OKKARA, HAR TÚ HEVUR BÍLAGT RÆTTA VØRU, OG VIT HAVA SENT TÆR SKEIVT, SO GJALDA VIT SJÁLVANDI FLUTNINGSGJALDIÐ.

HEIT Á OKKUM, Á EIAVEIADESIGN@GMAIL.COM, FYRI AT HEITA Á UM AFTURBERINGAR- ELLA UMBÝTINGARRÆTT.

REKLAMATIÓNSRÆTTUR
METUR TÚ AT VØRAN HEVUR BREK, ERT TÚ VÆLKOMIN AT KONTAKTA OKKUM Á FACEBOOK ELLA Á EIAVEIADESIGN@GMAIL.COM, SEINAST 14 DAGAR EFTIR TÚ FEKK VØRUNA.

PERSÓNLIGAR UPPLÝSINGAR
TÚ KANST STOVNA EINA BRÚKARAKONTU HJÁ OKKUM, SO TÚ SLEPPUR UNDAN AT TØPPA UPPLÝSINGARNAR INN HVØRJA FERÐ TÚ BÍLEGGUR. TAÐ EINASTA TÚ SKALT UPPLÝSA ER NAVN, BÚSTAÐ, TELDUPOST OG VELJA TÆR EITT LOYNIORÐ.
UPPLÝSINGARNAR VERA IKKI HANDAÐAR TRIÐJAPARTI UTTAN TÍTT SAMTYKKI, OG VIT INNSAVNA IKKI PERSÓNLIGAR UPPLÝSINGAR, UTTAN HETTA ER Í SAMBAND VIÐ SKRÁSETING, BÍLEGGING, KAPPINGAR O.A..
TÁ TÚ STOVNAR BRÚKARAN, TEKNAR TÚ TEG SAMSTUNDIR TIL OKKARA TÍÐINDABRÆV. YNSKIR TÚ IKKI AT FÁA HETTA SENDANDI, KANST TÚ SENDA OKKUM EIN TELDUPOST Á EIAVEIADESIGN@GMAIL.COM.

GJALDSKORT
TÚ KANST GJALDA VIÐ GJALDSKORTI TÁ TÚ BÍLEGGUR FRÁ EIAVEIA.COM.
TÚ KANST GJALDA VIÐ HESUM KORTUM:

  • VISA
  • VISA/DANKORT
  • MASTERCARD
  • VISA ELECTRON

TÁ TÚ HEVUR TØPPAÐ GJALDSKORTUPPLÝSINGARNAR INN OG KEYPIÐ ER GJØRT, FÆRT TÚ EINA KVITTAN SENDANDI VIÐ TELDUPOSTI.

LEITA EFTIR VØRU Á SÍÐUNI